|
Nýggj sushibarr í Havn 03-08-2009 10.24.53 
Fyrst í juli lat nýggja sushi- og vínbarrin etika upp á Áarvegnum í Havn. Henda forkunnuga og snotuliga matstova er partur av samtakinum P/F Hotel Føroyar.
Í snøggu matskránni hjá etika finnur ein alt tað, sum ein røtt sushibarr eigur at hava, so sum Maki, Nigiri, Sashimi og Kushiyaki, umframt aðrar góðmetisrættir so sum Wagyu oksatataki, stoktar jákupsskeljar, tempurarækjur og tofusteik.
Afturvið fæst úr nýggju vínmaskinuni hjá etika eitt vælvalt úrval av vínum úr Vínkjallaranum hjá Hotel Føroyum, Føroya størsta vínkjallara. 1. september fer etika eisini at selja sushi útvið
Higartil hevur nýggja sushi- og vínbarrin í Havn verið sera væl vitjað.
Til ber at lesa meira á www.etika.fo og ikki minst á blogguni hjá Birgir Kruse, har myndir eisini eru at finna. Eisini hevur etika sín egna bólk á Facebook, sum øll kunnu gerast limir í. http://birkblog.blogspot.com/2009/07/sushi-etika.html http://www.etika.fo http://www.facebook.com/pages/Torshavn-Faroe-Islands/Etika/237528075640?ref=mf
|
|